Leita á in.fo

Stefan í Skorini, Reiðarafelagið. Mynd: KVF

Føroya Reiðarafelag 11.09.2017 (11:43)

Fiskivinnan á einum vegamóti

Landsstýrið fer í næstum at leggja uppskot um fiskivinnunýskipan aftur fyri tingið. Lógin skal eftir ætlan vera karmur um føroyska fiskivinnu komandi mongu árini, og tí er umráðandi, at lógin fær ta neyðugu viðgerðina av landsins fólkavaldu.

Sum skilst verður uppskotið broytt nakað samanborið við tað, sum var til viðgerðar í seinastu tingsetu. Leisturin verður kortini tann sami, hevur landsstýrið boðað frá. Tá ið uppskotið kemur aftur til viðgerðar, eigur løgtingið at hava í huga nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum vit her skulu vísa á.

Føroyska alivinnan hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini, og allir føroyingar kunnu vera ernir av hesum úrslitum. Hetta hevur styrkt føroyska búskapin almikið, skapt nógv arbeiðspláss, givið landskassanum fleiri inntøkur og økt føroyska útflutningsvirðið munandi.

Karmarnir kring alivinnuna hava verið ein orsøk til, at tað hevur eydnast so væl at skapa hesi framúr góðu úrslit. Alivinnan hevur seinastu mongu árini havt tryggar og støðugar karmar, og tað hevur givið góð úrslit. Nýggj alilóg hevur verið til hoyring, og hon tryggjar framhaldandi alivinnuni støðugar karmar, sum krevjast til hetta virksemið. Tá ið nú landsstýrið ætlar at broyta karmarnar kring fiskivinnuna grundleggjandi ber til at nýta karmarnar kring alivinnuna sum íblástur.

Landsstýrið hevur ætlanir um at seta í verk nýggjar reglur um anti-trust, soleiðis at rættindi ikki miðsavnast ov nógv. Sambært uppskotinum skuldi einki felag hava enn 17,5 prosentum av teimum samlaðu føroysku rættindunum, og eingin skuldi hava meira enn 20 prosent av kvotunum í teimum ymsu fiskiskapunum.

Herdu anti-trust mørkini kunnu forða fyri virðisøking í føroyskari fiskivinnu á sjógvi og landi, tá ið feløg ikki í sama mun hava møguleika at leggja seg eftir at virðisøkja einstøk fiskasløg. Nýskipanarnevndin ávarar eisini beinleiðis ímóti at hava ov strangar anti-trust reglur, sum forða fyri skynsamari tillaging og rakstri í fiskivinnuni.

Anti-trust markið í alivinnuni er 50 prosent, har ein alari kann hava upp til helmingin av aliloyvunum. Hetta skapar grundarlag fyri skilagóðum rakstri og hevur givið feløgum møguleika at gera stórar íløgur í smoltstøðir og góðskingarvirki. Grundarlagið undir hesum íløgum er m.a. trygg langtíðarloyvi, sum gevur alifeløgum møguleika at leggja ætlanir langt fram í tíðina og at gera samsvarandi íløgur. Nýggju anti-trust mørkini í fiskivinnuni eiga tí ikki at forða fyri tillaging og menning í vinnuni.

Landsstýrið hevði eisini í hyggju at selja ein fjórðing av føroysku kvotunum á uppboðssølu, sum eftir ætlan skuldi roknast út frá einum ókendum tali í 2018, og tí kann hesin partur sjálvsagt gerast størri tá samanumkemur. Síðani er endamálið at útihýsa nøkrum reiðaríum frá uppboðssøluni við torgreiddum anti-trust reglum.

Vandi er tá fyri, at ætlan landsstýrisins fer at minka um samlaðu tilfeingisrentuna í ávísum fiskiskapi. Hetta er t.d. galdandi í Barentshavinum, har núverandi reiðarí sum skilst ikki kunnu luttaka á einari uppboðssølu av hesum rættindum orsakað av anti-trust reglum. Hetta kann bert merkja, at fleiri skip skulu luttaka í hesum fiskiskapi við verri samlaðum úrsliti fyri bæði landið og verandi reiðarí.

Eingin ætlan er um at selja verandi aliøki á uppboðssølu, og tað verður vónandi ikki veruleiki. Tó er løgið, at kvotur skulu seljast á uppboðssølu, meðan landsstýrið samstundis leggur doyðin á at tryggja alivinnuni tryggar karmar, sum hava verið grundarlagið undir teimum framúr úrslitum, sum dugnalig fólk í alivinnuni hava skapt.

Ætlanin er eisini at áleggja fiskivinnuni eitt nýtt tilfeingisgjald. Enn er óvist, hvussu hetta gjaldið skal skipast, hóast tað eftir ætlan skal virka frá 1. januar 2018! Alivinnan hevur eitt tøkugjald, sum er 4,5% av marknaðarprísinum. Hetta er ein einføld og vælvirkandi skipan. Hon gevur landskassanum inntøkur og gevur alivinnuni eitt ávíst støðufesti í sínum virksemi.

Reiðarafelagið hevur skotið upp eina líknandi skipan fyri fiskivinnuna, har vinnan rindar ein ávísan prosentpart av søluvirðinum. Fiskivinnan hevur í ár t.d. rindað eitt tilfeingisgjald, sum er umleið 20 prosent av svartkjafti, og tilfeingisgjaldið fyri sild og makrel er munandi hægri enn tøkugjaldið á laksi.

Viðvíkjandi útlendskum ognarskapi hevur Reiðarafelagið skotið upp at varðveita verandi skipan og at møguligar broytingar vera galdandi frameftir. Útlendskur ognarskapur eigur framhaldandi at verða avmarkaður, soleiðis at ræðisrætturin verður varðveittur á føroyskum hondum. Uppskot landsstýrisins setir hinvegin fleiri reiðarí í eina sera torføra støðu, har alt virksemið skal umskipast eftir stuttari tíð. Alivinnan hevur at kalla ongar avmarkingar fyri útlendskum ognarskapi, har alifeløgini kunnu vera á útlendskum hondum, so eisini á hesum øki er munurin millum hesar vinnur stórur og illa grundgivin.

Samanumtikið hevur uppskotið hjá landsstýrinum peikað í so nógvar ymiskar ættir, at endamálið er torført at fáa eyga á. Uppskotið skal fyrst selja ein stóran part av tilfeinginum á uppboðssølu, men samstundis skal vinnan stýrast politiskt í fleiri smálutum við herdum og torgreiddum anti-trust reglum, reglum um kravda uppboðssølu av veiddum fiski, avmarkaðari innanhýsis avhending, kravi um alt í land, reglum um landing, reglum um virking umborð og forboði fyri útlendskum ognarskapi. Hetta er ein skipan, sum skerjir frælsi hjá vinnuni og fer helst at minka um samlaðu virðisøkingina í vinnuni.

Vinnupolitikkur landsins verður nú álaður sundur í fleiri liðir, har fiskivinnan og alivinnan fáa púra ymiskar karmar at virka undir – uttan haldgóðar grundgevingar. Heldur enn at fremja eina kollvelting í fiskivinnuni, verður mælt til at gera tillagingar og at rætta møguligar skeivleikar í verandi skipan, tá ið tingið aftur fær uppskotið til viðgerðar.

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at nýggja lógin skal virka frá 1. januar, men ein røð av kunngerðum skulu gerast og viðgerast, áðrenn lógarverkið kann virka. Nú so langt er útliðið, kann vera torført at hava hesar karmar klárar, so at skipanin kann virka til fulnar frá 1. januar komandi. Tí má landsstýrið hava eina greiða ætlan fyri hesi viðurskifti, áðrenn lógin verður samtykt.

Føroya Reiðarafelag

Stefan í Skorini