fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Hetta fer ikki at halda, sigur Jørgen Niclasen, í miðjuni, í práti við floksfelagarnar, Jógvan á Lakjuni og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Áki Bertholdsen 19.08.2017 (12:00)

Fiskivinnuskipan verður broytt aftur alt fyri eitt

Fer samgongan at trýsta eina nýggja fiskivinnuskipan ígjøgnum, verður hon broytt aftur alt fyri eitt eftir næsta Løgtingsva

 

Tað gjørdi Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, púra greitt í Løgtinginum, nú málið var til viðgerar

 

Hann staðfestur, at skal ein samgonga seta stórar broytingar í verk, er tað neyðugt at fáa undirtøku frá fleiri flokkum á Løgtingi. Men hevur ein samgonga ikki tað, má hon í minsta lagi vita, ongin fer at broyta skipanina aftur.

 

Men hann heldur, at nú samgongan ætlar at kollvelta fiskivinnuna, eru hvørgin av hesum fortreytunum til staðar, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

 

Hann spyr sum samgongan av álvara heldur, at skipan, sum er trýst ígjøgnum ikki verður broytt aftur alt fyri eitt, eftir eitt nýtt løgtingsval.

 

– Verður fiskivinnan kollvelt, at ongin ivi vera um, at skipanin verður broytt aftur, tí skipanin, ætlanin er at seta í verk, er ein skipan, ongin í vinnuni góðtekur, tí hvørki reiðarar ella fakfeløg, ella nakar annar vil vita av skipanini, ætlanin er at seta í verk, sigur Jørgen Niclasen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her