Leita á in.fo

Myndina eigur Ingi Sørensen

Barbara Holm 10.01.2019 (10:15)

Fitt av vindi í morgun

Í Klaksvík eru í morgun 27 m/s, og tað sama ger seg galdandi á Gjáarskarði. Á Kambsdali er eisini fitt av vindi, 27 m/s. 

 

Á Norðradalsskari eru 32 m/s, og á Oyndarfjarðarvegnum siga mátararnir, at tað eru 51 m/s. Í Suðuroynni er eisini fitt av vindi. 26 m/s á Fámjinsvegnum, og 24 m/s á Krambatanga. Á Brekkuni Stóru á Sandi eru 25 m/s í morgun. 

 

Sambært donsku veðurstovuni DMI er hvassur vindur av vestri í dag, sum stigvíst minkar. Skýggjað, men seinnapartin kanska sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig í dag. Í nátt verður so at kalla eingin vindur, lot av ymsum ættum 0 - 5 m/s, turt og klárt og hitin millum 1 og 6 stig. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her