Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (12:22)

Fjall av feitti forðar kloakkini í London

Eitt fjall av feittið er funnið niðri í kloakkunum undir London. Forðingin vigar 130 tons og er yvir 200 metrar long, sigur Thames Water, felagið, sum tekur sær av kloakkunum í London.

 

Fjallið er ein samanrenning av vátserviettum, blæðum, feitti og olju. Felagið boðar frá, at forðingin er sera hørð, og tí krevur tað nógva orku at fáa bilbukt við. 

- Tað er sum at bróta sement. Tað er ørkymlandi, tí at hetta eru støður, sum vit kundu verið fyri uttan. Orsøkin til hetta er at fólk oysa feitt og olju í vaskið og skola vátserviettar og blæður niður í kummuni, sigur Matt Rimmer, sum er leiðari á kloakkdeildini í Thames Water. Hann sigur, at vandin er jú, at slíkar forðingar typpa kloakkirnar og elva til yvirflóð. 

 

Átta mans arbeiða nú við at bróta fjallið við hátrýstsslangum. Síðani verður tilfarið sogið út í tangabilar og koyrt til endurnýtsluna, boðar felagið frá.