Fjølbroytt skrá á fimta torradegi

Fríggjadagur 17. februar

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00

Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.

 

Íverksetarahúsið – Íverksetarahúsið 10 ár kl. 13.00 – 15.00

Stuttir fyrilestrar og kjak, við luttøku av vinnulívsfólkum og lands- og kommunupolitikarum, í sambandi við, at Íverksetarahúsið í ár fyllir 10 ár.

 

Í januar í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn. Hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan fríggjadagin 17. februar kl. 13.00 - 15.30 á Garðavegi 57, Klaksvík

 

Íverksetarahúsið hevur síðani byrjan havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanini í øllum landinum, og soleiðis stuðla upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi.

 

Á tiltakinum fríggjadagin verður varpað ljós á íverksetaramentanina í Føroyum og á týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvið sum virðir tey, sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd?

 

Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta, soleiðis at nýggjarbeiðspláss verða skapt?

Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðar-samfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?

 

 

Skráin er henda:

Kl. 13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 13.10 Poul Michelsen, landsstýrismaður setir dagin

Kl. 13.20 Jógvan við Keldu, samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík - Upprunin og tankar aftan fyri Íverksetarahúsið

Kl. 13.35 Jógvan Skorheim, borgarstjóri - Hvat fær ein býur sum Klaksvík burturúr at hava fokus á íverksetan?

Kl. 13.45 Jutta Helgadóttir - Hoyrnin - ein íverksetarasøga

Kl. 14.05 Bjartur Nolsøe, stjóri - Íverksetarahúsið í dag

Kl. 14.20 Kjak um íverksetaramentan og týdningin av íverksetan í Føroyum. Í panelinum sita: Jan Ziskasen, Regin W. Dalsgaard og Árni Skaale

Kl. 14.45 Receptión og netverk

Kl. 15.30 Liðugt

 

Vælkomin

 

Íverksetarahúsið

Kl. 14.00 - 18.00 Adventure

 

Túrur til Kópakonuna

Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna, og

møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.

Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.

Tilmelding er neyðug til túrarnar á tlf 505707, ella á Facebook JAB adventure.

 

Smæran – kl. 15.00
Bergur Jacobsen, prestur – “Barnaminnir á Stongunum”

Bergur er uppvaksin á Stongunum, har nógv lív var í á havnalagnum, og á bedingini og har um vegir. Pápi hansara, Reynhold, var skipasmiður, og var við til at byggja og umvæla nógvar bátar har.

 

“Vit, sum vóru børn í fimti og sekstiárunum, vóru børn, áðrenn tað bleiv "farligt" at vera barn.  Vit gingu uppií øllum arbeiðinum, og blivu ikki kveistraði burtur – serliga, um vit uppførdu okkum ordiliga. Soleiðis gingu vit eisini í lívsins skúla í okkara gerðandisdegi, og vistu, hvat foreldur okkara arbeiddu við. Uttan iva vóru mammurnar eisini bangnar um børn síni tá. Men, tíðin var ein onnur, og mangt var loyvt, sum er strangliga bannað í dag,” greiðir Bergur Jacobsen m.a. frá í framløgu síni.

 

Dragin opið skip – kl. 16.00-18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.

 

Spaniastova – kl. 16.00 - 19.00

Søgan um Sjóklædnavirkið

 

Serligu og væl umtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum og virkinum annars.

 

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00

Kjakfundur – “Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan?”

Kringvarpið sendir beinleiðis í útvarpinum frá kjakfundinum.

Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Óluva Zachariassen, har nýggju umboð fyri fiskivinnuna sita við pallborðið.

 

Í sambandi við Torradagarnar, verður fyriskipaður ein kunnandi pallborðsfundur á Skúlatrøð, har so at siga allir skipabólkar og vinnan sleppa framat.

 

”Fundurin er at rokna sum ein møguleiki hjá allari fiskivinnuni á sjónum at koma við sínum sjónarmiðum um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar,” sigur fyriskiparin, Símun Gullaksen.



 

Fundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Orðstýrarar eru Jón Brian Hvidtfelt og Óluva Zachariasen.



 

Teir, ið sita við pallborðið verða:



1. Poul Huus Sólstein, Klaksvík (North Pelagic)


2. Hanus Hansen, Klaksvík (Trolarar í Barentshavinum)


3. Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík (Nótaflotin)


4. Annfinn Olsen, Fuglafjørður (Nótaflotin/Barentshavið)


5. Dánjal í Skálum, Vestmanna (Partrolarar)


6. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður (Stállínuskip)


7. Tummas Henriksen, Sørvágur (Lemmatrolarar)


8. Janus Knudsen, Saltangará (Trolbátar)


9. Absalon í Buð, Hvannasund (Útróðrarbátar)


 

Atlantis – Sjónleikurin Landastrokið kl. 19.00

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall, hesa ferð við sjónleikinum Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.