Flaggdagshald í Vágstúni í Klaksvík

Í dag varð skipað fyri flaggdagshaldi í Vágstúni. Tað vóru Grønu og Gulu skótarnir, sum skipaðu fyri haldinum, har Heini Ziska Dahl helt flaggrøðuna.
 
Skrúðgongan við Klaksvíkar hornorkestri á odda fór frá Norðoya Sparikassa yvir í Vágstún, har rættiliga fitt av fólki eisini hevði leitað sær.
 
Aftaná haldið bjóðaðu skótarnir til kaffi í KFUM & K, har mat- og køkutombola var og eisini fekst ein góður drekkamunnur.