Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (08:31)

Fleiri avlýsingar hjá Strandferðslun

Fyrr í morgun srkivaðu vit, at Stranferðslan hevur avlýst at kalla alla koyring hjá Bygdaleiðum og fleiri túrar hjá skipunum.

 

Men nú hevur Strandferðslan avlýst enn fleiri túrar við tað, at Sildberin eisini er lagdur og Smyril, sum hevur ligið í morgun, loysir heldur ikki av Krambatanga klokkan 11 í dag, sum hann skal eftir ferðaætlanini, og túrurin av Havnini klokkan 13.30, verður sostatt heldur ikki sigldur.

 

Og nú boðar eisini Klaksvíkar Kommuna frá, at býbussarnir koyra ikki fyri veður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her