Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.01.2019 (08:46)

Fleiri bilførarar í vanda fyri at missa koyrkortið

Aftur í gjárkvøldið, og í nátt, hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar, hesa ferð inni í Eysturoynni.

 

Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og tey siga eisini, at hetta er eitt øki, tey leggja serliga stóran dent á. Og úrslitið av kanninginum hesa ferð eru eisini eitt dømi um, at tað er neyðugt, tí tað vórðu fleiri bilføarar tiknir fyri at koyra nakað væl skjótari enn loyvt er. Og av teimum eru tað eisini fleiri, sum hava sett koyrikortið í vanda.

 

Í Kambsdali vórðu fleiri bilar kannaðir og fleiri fingu eisini bót. Og av teimum, sum vórðu skrivaðir upp, fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið tí teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.

 

Men umframt tað, vóru tað tveir bilførarar, sum mistu koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 kilometrar um tíman og 130 kilometrar um tíman. Tað merkir at teir mugu taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missa teir tað.

 

Í Søldafirði, har tað er loyvt at koyra 50, fingu tríggir bilførarar klipp fyri at koyra  ímillum 71  og 80 kilometrar um tíman og ein misti koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman.

 

Og í nátt vórðu bilar, sum koyrdu ígjøgnum Norðskálatunnilin eisini kannaðir og har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og ein misti koyrikortið treytað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her