Fleiri brúkarar og lakari úrslit

1.100 húski í Tórshavnar kommunu fáa hita frá Fjarhitafelagnum, sum í fjør fekk 46 nýggjar brúkarar. Málið er nú at víðka skipanina til vesturbýin og Argir

1.100 húski í Tórshavnar kommunu fáa hita frá Fjarhitafelagnum, sum í fjør fekk 46 nýggjar brúkarar. Málið er nú at víðka skipanina til vesturbýin og Argir

 

Ársúrslitið hjá P/F Fjarhitafelagnum, sum SEV og Tórshavnar kommuna eiga, var upp á 418.000 krónur síðsta ár. Tað er lakasta úrslit felagsins seinastu 15 árini. Til samanbering var úrslitið fyri 2016 1.150.000 krónur og í 2015 2.174.000 krónur.

 

Nettosølan hjá felagnum er vaksin úr 12,6 milliónum krónum upp í 15,3 milliónir krónur, meðan framleiðslukostnaðurin er vaksin úr 4,3 milliónum krónum upp í 6,4 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá P/F Fjarhitafelagnum er nú góðar 61 milliónir krónur.

 

Endamálið við Fjarhitafelagnum er at veita fjarhita í Tórshavnar kommunu. Við árslok í 2017 vóru 1.097 brúkarar í skipanina hjá felagnum, og 46 nýggir brúkarar eru komnir afturat í 2017.

 

Í 2017 var sølan av fjarhita samanlagt 22,6 GWh. Til samanberingar var sølan í 2016 21,3 GWh.

 

Í 2017 eru íløgur gjørdar í annlegg fyri 37,7 milliónir krónur. Millum annað er nýggj fjarhitaleiðing løgd í Gundadali, oman Gil og undir Kongavarða. Eisini eru rør løgd um Sandá og nakað av arbeiðið er gjørt við Karlamagnusarbreyt.

 

Fyrst í 2018 er nýggja fjarhitaleiðingin í Gundadali knýtt upp í skipanina hjá Fjarhitafelagnum, og hetta slóðar vegin fyri, at fleiri stórir bygningar verða bundnir í skipanina, eitt nú BankNordik, Stórhøllin á Hálsi og nýggi FSF bygningurin. Seinni er ætlanin at knýta svimjihøllina og Tórsvøll í fjarhitaskipanina.

 

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at hildið verður fram við grønu leiðini, sum eigararnir og nevndin hava avgjørt, við at knýta Vesturbýin og Argir í skipanian hjá Fjarhitafelagnum. Komandi ár er ætlanin at leggja fjarhitaleiðing í Hoydalsvegin oman til Finsen. Eisini verður nýggj fjarhitaleiðing løgd í Klingrutjørn 2, úti á Fløtum og undir Kongavarða.