Fleiri deyð á konsert í Manchester Arena

Fleiri eru deyð og særd eftir konsert hjá Ariana Grande í Manchester. Tað upplýsir løgreglan á Twitter.

 

Fleiri bretskir miðlar skriva, at tað hava verið ein ella tvær spreinginar í Manchester Arena. Ariana Granda spældi til konsert í arenain í kvøld.

 

Løgreglan í Machester skrivar á Twitter, at tey biða øll um at halda seg burtur frá økinum.

 

– Neyðsendarakfør eru á veg til eina álvarsama hending í Manchester Arena. Haldið tykkum burtur frá økinum. Vit koma við fleiri smálutin sum skjótast, skrivar Greater Manchester Police í einum tweet.

 

Tíðindastovan Reuters skrivar, at jarnbreytarutan frá Victoria Station í Manchester er stongt.

 

Á sosialu miðlunum sæst, at fleiri løgreglubilar og sjúkrabilar eru á veg til økið.

 

/ritzau/