Fleiri deyð í skotbardaga undir gíslatøku í USA

Fleiri fólk eru deyð eftir at eitt stríð mentist til eina gíslatøku í Mississippi í USA

Fleiri persónar eru deyðir í sambandi við eitt stríð í einum heimi í býnum Clinton í amerikanska statinum Mississippi.

 

Tað upplýsir løgreglan í Clinton.

 

Stríðið mentist í gjár til eina gíslatøku. Gíslatøkan vardi í 12 tímar, til hon í endaði í nátt við skotbardaga við løgregluna.

 

Mark Jones, sum er talsmaður fyri løgregluna í Clinton, váttar, at fleiri fólk eru deyð.

 

Hann vil tó ikki fara í smálutir í málinum, tá tað er latið fregnartænastuni hjá løgregluni í Mississippi, MBI.

 

Sambært MBI er mistonkti handtikin.

 

Kanningarfólk upplýsa, at tvey minni børn, sum vóru í húsinum undir gíslatøkuni, vórðu latin leys áðrenn skotbardagan við løgregluna.

 

MBI hevur tikið sær av kanningarmálinum, tí løgreglan var partur av skotbardaganum. Tað sigur Johnny Poulos, løgregluleiðari við MBI.

 

Hann kann enn ikki greiða nærri frá, hvat førdit til gíslatøkuna ella skotbardagan.

 

Hann upplýsir, at kanningarfólk eru í ferð við at savna saman próvtilfar og at gera avhoyringar í sambandi við málið.

 

/ritzau/AP