fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.07.2018 (19:32)

Fleiri ferðafólk í Føroyum enn í fjør

Hósdagin í farnu viku lógu tvey ferðafólkaskip í Føroyum við 4.000 ferðandi tilsamans, og í dag hevur Norwegian Jade (á myndini) ligið í Havn við 2.500 ferðafólkum.

 

Øll hesi ferðafólkini, umframt tey sum koma við Norrønu og flogvegis, síggjast væl aftur, bæði í býarmyndini í Havn og aðrastaðni í Føroyum.

 

Edvard I. Leo frá Visit Tórshavn sigur, at tað er næstan sum á ólavsøku, tá stóru ferðafólkaskipini koma til Havnar.

- Vit uppliva aftur í ár, at talið á ferðafólkum økist í mun til undanfarna ár, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv fólk vita um Føroyar áðrenn tey koma. Nøkur vita væl og hava lisið eitt sindur, onnur vita púrt einki.

 

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Edvard I. Leo á FM 1 í dag, við at trýsta á pílin undir myndini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her