fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.01.2019 (11:50)

Fleiri fingið bót í ferðsluni í Norðoyggjum

Hesa seinastu tíðina er løgreglan rættiliga farin í hernað ímóti ólógligari koyring við prutlum í Norðoyggjum. Og í hesum sambandi er tað ein hópur av fólki, sum hevur fingið bót.

 

Løgreglan í Klaksvík sigur, at hesar seinastu dagarnar hava tey tikið yvir 20 prutl í Norðoyggjum, har viðurskiftini ikki hava verið eftir forskriftunum. Í nógv mestan mun er talan um blaðung fólk, sum koyra ólógliga, men talan er eisini um eintøk fólk, sum eru tilkomin.

 

Løgreglan sigur, at í nógvum førum er tað ikki bara tann, sum koyrir prutlið, sum fær bót, tí tann, sum eigur prutlið fær eisini eina bót fyri at hava latið prutlið upp í hendurnar á einum, hóast prutlið er ólógligt, ella hóast førarin ikki hevur galdandi koyrikort.

 

Og í summum førum er talan um stóra bót, tí løgreglan sigur, at hesar dagarnar hevur onkur fingið 5.000 krónur í bót fyri ólógliga koyring á prutli. Triðju ferð, eitt prutl verður tikið, leggur løgreglan hald á tað.

 

Løgreglan sigur, at talan er um alskyns brot á reglurnar. Í nógvum førum eru broytingar gjørdar á prutlið, so at tað koyrir skjótari enn loyvt er, men í nógvum førum, er eisini talan um, at førarin ikki hevur galdandi koyrikort.

 

Tað eru tvey sløg av prutlum. Lítil prutl kunnu koyra 30 kilometrar um tíman, og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tað, er 15 ár. Stór prutl kunnu koyra 45 kilometrar um tíman, og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tað, er 16 ár.

 

– Vit hoyra mangan, at tað er so dýrt at taka koyrikort til prutl, at tey hava ikki ráð til tað, sigur løgreglan. Í hesum sambandi vísa tey á, at koyrikort til lítið prutl kostar 1.000 krónur, og hjá tí, sum hevur koyrikort til lítið prutl, kostar tað 2.000 krónur afturat at fáa koyrikort til stórt prutl.

 

Men verður koyrikort bara tikið til stórt prutl, kostar tað hinvegin einar 9.000 krónur, og løgreglan heldur, at tað er her, at bland kemur í hjá fólki.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her