Fleiri føroysk met á langgeil í Vági

Hetta vikuskiftið er føroyameistaraskap á langgeil í Pálshøll í Vági. Kappingin byrjaði hósmorgunin og endar leygarkvødlið.

 

Innleiðani kappingarnar eru fyrrapartin, og seks tey bestu svimja seg í finalunar, sum eru seinnapartar.

 

Í gjár setti Sára Rygshamar Nysted úr SuSvim føroyskt met í 200 bringu við tíðini 2:42.03.

 

Ægir kvinnur megnaðu eisini at sláa sítt egna met í 4x100 blandað við tíðini 4:33.13. Tær fýra sum svumu fyri Ægir vóru Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jana Thomsen og Barbara Debes.

 

Í somu kapping fingu genturnar úr Havnar Svimjifelag eitt juniormet. Tær fýra vóru Maria Antoft, Karin Midjord, Vár E. Eidesgaard og Súsanna Tummarardóttir. Tíðin hjá teimum var 4:44.99, ið eisini rakk til eitt annað pláss í kappingini.

 

Seinnapartin varð enn eitt føroysk met sett í 4x200 frí. Teir fýra, sum fingu metið, vóru Niels Nattestad, Johan Dam, Marius Gardshodn og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.