info
Ongi úrslit

Fleiri hundrað mans hava biðið sær kjans

info
Eirikur Lindenskov
5. januar 2017 kl. 14:31
At tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, hevur Hans Andreas Kelduberg, reiðari, sannað, síðani tíðindi bórust um nýggja skipið á in.fo týsdagin. – Her hevur verið øðiligur áhugi at sleppa við. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so hava fleiri hundrað mans biðið sær kjans, sigur Hans Andreas Kelduberg. – Hetta er nakað heilt annað, enn tá vit skulu manna ein línubát ella garnabát, tí tá mugu vit út at leita eftir manning, sigur hann. Les eisini: Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip Skipið fór úr Egersund í Noreg á middegi og kemur á Havnina tíðliga leygarmorgunin. – Skipið er púra klárt at fara til fiskiskap, og vit hava tikið allar makrelgreiðurnar umborð í Noreg, sigur Hans Andreas Kelduberg. Avtalan við norsku seljararnar er, at skipið verður handað nýggju eigarunum í Føroyum, tí er tað norsk manning við skipinum á vegnum heim, men partur av føroysku manningini er eisini við. »Hoyvík« er gamli Høgaberg hjá Framherja, sum fyrr hevur hevur borið navnið Gullfinnur. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan