fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Tað er mangan leingi at bíða eftir at sleppa við Teistanum, men tann trupulleikin verður, partvís, loystur nú, og seinni sleppa eisini onnur upp í part

Áki Bertholdsen 14.09.2017 (15:38)

Fleiri kunnu bíleggja ferðaseðil á internetinum

Í næstsa mánað fær Strandferðslan eina talgilda ferðafólkaskipan, so at fólk, skulu ferðast við Teistanum um Skopunarfjørð, kunnu keypa sær ferðaseðil á telduni og á fartelefonini.

 

Men hetta verður bara galdandi fyri tey, sum ferðast av Gomlurætt til Skopunar, tí borgarstjórin í Skopun vil ikki góðtaka treytirnar fyri, at skipanin eisini kann vera galdandi fyri tey, sum ferðast úr Skopun til Gomlurætt.

 

 

Les eisini: Um tríggjar vikur er hálvur trupulleikin loystur

 

 

Tað er annars við Teistanum, at tað er mest átrokandi at fáa eina slíka skipan, tí har eru mangan langar bíðirøðir av bilum.

 

Men tað er greitt, at tá ið Skipanin er roynd við Teistanum í eina tíð, verður hon eisini sett í gildi umborð á Sam, sum siglur ímillum Klaksvík og Syðradal í Kalsoy.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur áður sagt við okkum, at har hevur Strandferðslan tann fyrimun, at tey í Kalsoynni vilja fegin hava eina slíka skipan.

 

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skipanin kann eisini setast í gildi á øðrum rutum, er tørvur á tíð.

 

Eitt nú er hugsandi, at hon fer at verða sett í gildi fyri Smyril á ávísum rutum, tá ið serliga nógv fólk ferðast við. Men vanliga er kortini eingin trupulleiki at sleppa við Smyrli, tí hann er bæði stórur og rúmligur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her