Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 11.09.2017 (11:28)

Fleiri kvinnur neyðtiknar á Mallorca

Fríggjadagin vórðu tríggjar kvinnur neyðtiknar á vælumtókta ferðastaðnum Mallorca. Talan er um eina svenska, eina bretska og eina týska kvinnu. Hetta skrivar BT í morgun.

 

 

Ein skotsk kvinna varð eisini neyðtikin av trimum monnum á eini strong í Magaluf í august mánaða, og fríggjadagin vórðu síðani tríggjar aðrar kvinnur út fyri soma ræðuleika. 

 

 

Løgreglan veit ikki, um tað samahangur millum málini. 

 

 

Á ferðaskrivstovuni Flonn Flog siga tey, at størsti eftirspurningur eftir ferðaseðlum í summarmánaðunum hevur verið til Mallorca og Barcelona. Orsøkin er, at til ber at flúgva beinleiðis úr Føroyum, verður boðað frá.