Fleiri línuskip eru til fiskiskap

- Roknað verður ikki við so nógvum útróðri í næstu viku, tí veðrið verður umskiftandi.

 

Eitt ísfiskalínuskip er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu, og eitt er á Íslandsrygginum. 

 

- Tvey smærri ísfiskalínuskip eru eisini úti. Tey fiska longu og brosmu. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu ísfiskalínuskip koma inn at landa í næstu viku, men møguliga kemur okkurt ikki fyrr enn fyrst í aðru viku.

 

Í løtuni eru níggju frystilínuskip til fiskiskap. Trý fiska í íslendskum sjógvi, og seks eru á ytri leið undir Føroyum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður umskiftandi.

 

- Tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.