fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2018 (18:00)

Fleiri stjóraskifti skrásett

Sambært Business Line eru fleiri stjóraskifti skrásett í partafelagsskránni seinastu vikuna.

 

Rúni Djurhuus, Petur Slyne og Bárður Brimvík keyptu herfyri P/F Wenzel og tað er nú eisini alment skrásett. Gunnar Justinussen og Rúni Lindberg eru farnir úr nevndini, Jógvan Emil Nielsen er nýggjur nevndarformaður, Rúni Djurhuus, Petur Slyne og Bárður Brimvík eru komnir í nevndina. Jógvan Debes Højgaard er farin frá sum stjóri og Rúni Djurhuus hevur tikið við.

 

Hallur Djurhuus er skrásettur sum stjóri í sp/f P.E. og í sp/f Fixa er Eyðun Berg vorðin stjóri og komin í nevndina, í staðin fyri Glenn Perdomo

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni kunnu lesast her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her