Fleiri túsund sóu fallskíggja-mann doyggja

Fallskíggin fór ikki upp, tá ein úrvalsloypari doyði í fallskíggja vanlukku á havnarlagnum í New York.

 

Tíggjutúsundavís av áskoðarum vóru vitni til deyðsvanlukkuna, tá fallskíggin ikki lat seg upp, tá ein maður leyp í fallskíggja í einum luftshowi í New York.

 

Tað var ein úrvalsloypari úr amerikanska flotanum, sum í gjár doyði í vanlukkuni við munnan til Hudson river í Now Yorik, tá falskíggin ikki lat seg upp.

 

Maðurin var fingin upp ú sjónum beint eftir vanlukkuna, sum fór fram fyri eygunum á fleiri túsund áskoðarum í Liberty State Park í New Jersey.

 

Maðurin, sum hoyrdi til úrvalseindina Navy Weals, sum er serstyrkin hjá flotanum, var lýstur deyður á Jeywey City Medical Center.

 

Tað sigur Jack Scorby, admiralur, á einum tíðindafundi uttan fyri sjúkrahúsið.

 

– Fallskíggjan lat seg ikki upp, sigur admiralurin utta at greiða nærri frá um vanlukkuna.

 

Samleikin hjá manninum verður hildin loyniligur, til familjan hevur fingið boðini.

 

Hetta luftshowi var ein partur av einari viku við flotafestivali, sum savnar tíggjutals av amerikanskum krígsskipum og fleiri túsund hernaðarfólk í New York City á hvørjum ári.

 

37 ára gamli Bjoern Kils frá Jersey City fylgdi framsýningini, tá hann sá tríggjar persónar frá fallskíggjadeildini hjá flotanum loypa úr eini tyrlu, gera síni listarbrøgd og lenda.

 

– Í tí teir lendu á jørðini í Liberty State Park, hoyrdi eg eitt plask og vendi mær við. Eg sá, at okkurt spruttaði, og helst var tað tann fjórði fallskíggjaloyparin, sigur Kils.

 

– Vit eru ikki vís í, hvaðani hann kom. Vit sóu hann ikki koma út úr somu tyrlu.

 

– Bjargingarfólk tóku hann upp úr sjónum og góvu honum hartaviðgerð. Men hann var púra slappur, sigur eygnavitni.

 

/ritzau/Reuters