Leita á in.fo

Mildrið Jacobsen 14.06.2018 (20:21)

Fleiri verða koppsettar fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum

Eftir at talið á gentum og kvinnum, sum verða koppsettar fyri lívmóðurhálskrabba, hevur verið minkandi í Føroyum seinastu árini, tykist vend nú at vera komin í.

 

Tøl hjá Heilsutrygd vísa, at í fjør vórðu meira enn tvífalt so nógvar gentur og kvinnur koppsettar fyri HPV sum í fyrrárið.

 

Í fjør fingu 215 ta fyrstu HPV-koppsetingina. Í 2016 vórðu bara 95 koppsettar, og tað er nógv tað lægsta talið, síðani byrjað varð at koppseta fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum í 2009.

 

Í 2013 vórðu meira enn 900 gentur og kvinnur koppsettar fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum. Men árið eftir minkaði talið heilt niður í stívliga 200 koppsetingar, eftir at tað hevði verið nógv frammi, at HPV koppsetingin kundi hava við sær álvarslig hjáárin.

 

Talið minkaði upp aftur meira í 2015 og fór niður um hundrað í 2016, men í fjør vórðu so aftur fleiri enn 200 gentur og kvinnur koppsettar fyri HPV í Føroyum.

 

Í Danmark hevur gongdin verið tann sama. Har minkaði talið á gentum, sum vórðu koppsettar, nógv í 2014 og 2015, men nú verða aftur nógv fleiri gentur koppsettar fyri HPV í Danmark.

 

Herfyri vísti nýggj kanning, sum ein óheftur granskingarstovnur hevur gjørt, at koppseting fyri HPV er trygg og fyribyrgir lívmóðurhálskrabba.  

 

Á hvørjum ári fáa meira enn ein hálv millión kvinnur kring heimin staðfest lívmóðurhálskrabba, og hvørt ár doyggja umleið 250.000 kvinnur av sjúkuni.

 

Í Føroyum varð farið undir at koppseta gentur um 14 ára aldur fyri lívmóðurhálskrabba í 2009. Í 2012 varð tilboðið víðkað, og nú kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum frá 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba. Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at gentan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, áðrenn kvinnan fyllir 28 ár. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her