Flestu fiska upsa

Hóast sagt verður um upsaveiðina, at hon roynist einki serligt, er upsi kortini høvuðsveiðan hjá bæði partrolarum og djúpvatnstrolarum.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa, men skipini hava sum heild smáligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Djúpvatnstrolararnir fiska eisini upsa og fáa nakað av svartkalva og kongafiski. Tveir koma inn at landa mánadagin, og ein kemur miðskeiðis í næstu viku.

 

Um teir smáu trolbátarnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at bara tveir eru til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og upsa.

 

- Trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku. Trolbátarnir, sum liggja, fara væntandi út aftur í næstum.