Flestu frystilínuskip eru undir Føroyum

- Streymurin verður brúkiligur teir næstu dagarnar, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður hampiligt.

 

Myndin er tilvildarlig.

Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt er í Íslandi, og seks fiska undir Føroyum.

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Væntandi fara onnur línuskip eisini til fiskiskap, tá veðrið batnar.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur teir næstu dagarnar, men harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður hampiligt, so vit vænta nakað av útróðri, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.