Flestu partrolarar landa fyri jól

Helst verður tað eina parið úti um jólini og kemur inn at landa beint eftir jólahøgtíðina.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu pør koma inn at landa í vikuni.

 

- Helst kemur eitt av pørunum ikki inn aftur fyrr enn eftir jól, men sagt verður, at fiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis er smáligur.

 

Bara ein djúpvatnstrolari hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar. Teir hava fiskað svartkalva og landaðu í gjár.

 

- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja allir við bryggju og fara neyvan útaftur fyri jól.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Fiskiakapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men smáligur eftir havtasku.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.