fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 13.09.2018 (15:58)

Fletta í Tórsgøtu

Tórsgøta verður leygardagin aftur karmur um árliga tiltakið Slaktið. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri tiltakinum í høvuðsstaðnum, og eins og undanfarnu ár, so er hæddarpunktið á tiltakinum, tá ein kúgv og nakrar seyðir verða flettir á Tórsgøtu.


Talan er um eitt ókeypis tiltak fyri alla familjuna, har sjóneyka verður sett á tilfeingið, sum føroyingar fáa frá jørðini. Tá verður hugsað um bæði frá djórum og grønmeti.


Tað verður gjørt á ymiskan hátt. Umframt møguleikan at síggja kríatúr verða flett, verður ponyríðing á skránni, fyrilestrar, tónleikur og ymiskar smakkiroyndir frá ymiskum føroysku matstovum og veitarum, harímillum Katrinu Christiansen, Búnaðarstovuni, Simmer Dim hjá Smyril Line, Gist & Vist og Hotel Tórshavn.


Við tiltakinum vóna fyrireikararnir, at kunna upplýsa fólk um hendan partin av føroysku mentanini, umframt at veita íblástur til tey, ið fáast við slakt.


- Tankin við Slaktinum er kunna um og fáa íblástur til tað, ið hevur við slakt at gera. Tað sum vit hava upplivað hesi árini, ið skipað hevur verið fyri Slaktinum, er at fólk verða meira kreativ fyri hvørt ár. Nú síggja vit ikki bara teir staðbundu rættirnar, men gera fólk nýggjar royndir við matinum og øðrum frá slaktinum, sigur Mikael Viderø, ið er ein av fyriskiparunum.


Slaktið verður í Tórsgøtu leygardagin frá klokkan 10 til 16.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her