Leita á in.fo

Barbara Holm 12.09.2017 (12:10)

Fletta kúgv í Tórsgøtu

Leygardagin verður tiltakið Slaktið aftur á skránni fyri aðru ferð. Fyrireikarar siga, at endamálið er at seta sjóneykuna á tað tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini.

 

- Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt, siga fyrireikararnir við in.fo í dag.

 

- Tey vitjandi fáa høvi at royna føroyskan mat, sum verður borðreitt á ymsan hátt. Kokkar fara at grilla lambskjøt og bjóða smakkiroyndir. Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka við básum og bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar vørur, sum hava við slakt at gera, siga fyrireikararnir.

 

- Livandi kríatúr, so sum seyðir og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum, hvussu matur verður fingin til vega, siga fyrireikararnir í dag.