Fleyr á gáttini til FM-finalurnar eftir sigur á Drátti

åFøroya Tele-deildin, kvinnur:

Dráttur - Fleyr 1-3 (25-27, 12-25, 25-23, 24-26)

 

Við sigri á oddaliðnum Drátti tók Fleyr í dag eitt risafet móti FM-finalunum, tí nú er eitt stig í síðsta dystinum næsta leygardag ímóti Ternuni, sum bara hevur eitt stig, nóg mikið.

 

Fleyr fekk eina flúgvandi byrjan upp á dystin og legði seg á odda 6-1, men lítla løtu seinni var leiðslan tveitt fyri borð, og Dráttur fór framum 8-6. Tá leiðslan hjá Drátti vaks upp í 18-13, kámaðist finaluvónin hjá Fleyr, men eftir fýra stig á rað til Fleyr var aftur samband. Dráttur hevði settbólt við støðuna 24-23, men Fleyr hóraði undan og vann ístaðin settið 27-25.

 

I øðrum setti vann Fleyr sær skjótt trygga leiðslu og megnaði hesa ferð at halda, og frá 20-12 servaði Anja Danielsen settið heim. Og hervið var altumráðandi stigið fyri Fleyr komið í hús, tí longu nú var greitt, at sigur á Ternuni um eina viku fór at senda Fleyr í FM-finalurnar.

 

Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda og javnt varð við 22-22, tá Dráttur vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23.

 

Sigurin tóktist vera komin undir land, tá Fleyr legði seg á odda 21-17 í fjórða setti, men við seks stigum á rað fór Dráttur framumaftur 23-21 og fekk settbólt við støðuna 24-23. Men Fleyr hóraði enn einaferð undan og vann ístaðin settið 26-24 og dystin 3-1.


Tí bendir alt nú á, at tað veðra hesi somu liðini, sum møtast í FM-finalunum. Tað einasta, sum kann broyta tað, er, um Ternan vinnur í minsta lagið 3-1 á Fleyr í síðsta dystinum um eina viku. Higartil hevur Ternan bara vunnið eitt stig í kappingini – í 3-2 tapi fyri KÍF. Síðsti dysturin hjá SÍ er ímóti Mjølni í Klaksvík.


Dystirnir, sum eftir eru:

Sunnudagin 14. apríl: Mjølnir – KÍF kl. 13:00

Sunnudagin 14. apríl: TB – Ternan kl. 14:30


Mikudagin 17. apríl: Dráttur – Ternan kl. 19:00


Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB

Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ

Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fleyr

 

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

 

 

 

Nr.

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

Dráttur

 
 

17

 
 

32

 
 

42

 
 

2

 
 

Fleyr

 
 

17

 
 

18

 
 

34

 
 

3

 
 

 
 

17

 
 

10

 
 

32

 
 

4

 
 

TB

 
 

16

 
 

2

 
 

25

 
 

5

 
 

Mjølnir

 
 

16

 
 

-12

 
 

19

 
 

6

 
 

KÍF

 
 

16

 
 

-9

 
 

18

 
 

7

 
 

Ternan

 
 

15

 
 

-41

 
 

1

 

 

---------------------------------

 

Flogbóltssamband Føroya

---------------------------------