fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Her sæst Peter Morell frá "Flogbørnum" saman við børnum í Kollafjarðar skúla (Mynd: Kollafjarðar skúli)

Heri Simonsen 01.02.2019 (18:00)

"Flogbørn" eru ársins ítróttarátak (FM1)

Mennandi og barnavinarliga átakið "Flogbørn" hjá Flogbóltssambandinum, ið hevur verið ein sólskinssøga í fólkaskúlanum kring landið er ársins ítróttarátak.

 

Tað eru hjúnini, Anne og Peter Morell sum ferðast kring landið við átakinum. Í góðum samstarvi við lærarar kring landið hava tey fingið eitt gott átak upp at koyra.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr løtuna tá Solby Christiansdóttir kunngjørdi í Smæruni í Havn, at "Flogbørn" er ársins ítróttarátak. Hoyr eisini grundgevingarnar fyri, at "Flogbørn" eru ársins ítróttarátak.


2) Hoyr tað sum Andrea á Regni Højgaard, lærari á Tofta skúla og Magnus Tausen søgdu í samband við heiðurin. Anne og Peter Morell eru burturstødd, men koma aftur til landið í komandi viku.

 

3) Hoyr takkarrøðuna hjá Magnusi Tausen, ið stórfegnast vegna føroyskan flogbólt um tað sum "Flogbørn" gevur føroysku flogbóltsítróttini. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her