Flogbóltur: Kasper og Bárður steypavinnarar í Danmark

Í dag gjørdust Kasper Lorentzen og Bárður B. Mikkelsen danskir steypavinnarar í flogbólt.

 

Hetta gjørdist greitt, tá teir í dag leygardagin vunnu 3-1 á Gentofte í Fredeiksberg-Høllini í Keypmannahavn.

 

Settini endaður:  25-23, 18-25, 25-20, 25-20

 

Kasper Lorenzen byrjaði á liðnum í heyst, tá hann fór til Danmarkar í lestraørindum, meðan Bárður B. Mikkelsen hevur verið knýttur at liðnum í fleiri ár sum hjálparvenjari.

 

Bárður B.Mikkelsen hevur seinastu árini verið landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum.