Leita á in.fo

Hallur av Rana 07.12.2017 (09:00)

Flogferðslan darvað av veðrinum

Flogferðslan er í morgun darvað av ódnarveðrinum, ið liggur yvir Føroyum í løtuni. SAS hevur avlýst flúgvingina til og úr Føroyum í dag, meðan Atlantic Airways fyribils hevur útsett fráferðina í morgun við nøkrum tímum.


Flogfarið hjá Atlantic Airways, ið skuldi fara úr Vágum til Keypmannahavn klokkan hálvgum níggju í morgun er fyribils útsett til klokkan eitt í dag. Tað upplýsir Jóhan Mikkelsen, ferðsluleiðari hjá Atlantic Airways.


- Fyribils er fráferðin flutt til klokkan 13. Vit vænta, at vindurin snarar í ein útnyrðing tá og at avfallið verður minni. Man skal taka alt við einum grammi av salti, men vit eru rímiliga positiv um, at tað fer at bera til tá, sigur Jóhan Mikkelsen.


Longu í gjárkvøldið boðaði Atlantic Airways frá, at broytingar blivu gjørdar í ferðaætlanina. Fráferðin hjá RC470 úr Vágum til Billund, ið skuldi fara klokkan 08.00 í morgun, varð løgd saman við RC450 til Keypmannahavn, ið skuldi fara klokkan 08.30. Sostatt skulu ferðafólk, ið ferðast til Billund, flúgva via Keypmannahavn fyrst. Tann fráferðin er nú fyribils útsett til klokkan 13.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her