Flokkar skulu ikki loyva dupultmandatum

– Tað er skeivt at skerja fólkaræði og nokta fólkum, sum eru vald á ting, at stilla upp til kommunuval. Men fyri tað eiga flokkarnir at gera greiðar reglar, soleiðis at somu fólk ikki sita í fleiri fólkavaldum størvum.

 

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður. Hann hevur sjálvur sitið í býráðnum á Tvøroyri – og hann hevur enntá verið valdur í tríggjar fólkavaldar sessir í senn: Tá hann í 1998 varð valdur í fólkatingið var hann løgtingsmaður. Men hann var eisini býráðslimur á Tvøroyri.

 

Jóannes Eidesgaard var býráðslimur, tá hann í 1990 trein inn á landspolitiska pallin sum løgtingsmaður og beint eftir sum landsstýrismaður. Hann legði býráðssessin frá sær, tá hann kom í landsstýrið í januar í 1991. Men hann varð valdur aftur í býráðið, meðan hann var landsstýrismaður í 1992 og aftur í 1996, tá hann var farin frá sum landsstýrismaður og aftur hevði tikið sæti á tingi.

 

Jóannes Eidesgaard tók tó ongantíð sæti í býrðanum á Tvøroyri eftir tíðina í landsstýrinum, og á kommunuvalinum í 2000 stillaði hann ikki uppaftur.

 

Jóannes Eidesgaar sær trupulleikan í tveimum.

 

– Eitt er, at tingfólk sita í bý- ella bygdarráðum. Men ein annar og størri trupulleiki er, um tingfólk samstundis situr sum borgarstjóri, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Hann vísir á, at Heini O. Heinesen sat í mong ár sum borgarstjóri í kunoyar kommunu, men hann minnist ikki, at nakar trupulleiki hevur verið av tí.

 

– Men eg haldi, at hasin trupulleikin er eskaleraður nú, hatta er nógv meira markant og sjónligt nú, enn tað var fyrr.

 

– Tað er sera óheppið, at tað sita nakrir borgarstjórar í Løgtinginum og ávirka avgerðir, sum eru til fyrimuns fyri ávísar kommunur.

 

– Hinvegin so eri er ikki serliga heitur fyri at avmarka fólkaræði soleiðis, at ávís størv útiloka teg frá at taka lut í kommunupolitikki. Um vit siga, at tað ikki ber til at sita í einum býráð og í Løgtinginum, skal tað so heldur ikki bera til at vera til dømis reiðari og sita í Løgtinginum? Tí Løgtingið viðger vinnupolitikk, sum hevur stóran áhuga hjá reiðarum. Tað sama kunnu vit siga um til dømis læknar, sum viðgera sjúkrahúsmál ella okkurt annað, sigur hann.

 

Jóannes Eidesgaard heldur, at koma vit har til, so eru vit komin á eitt skráplan.

 

– Men tað forðar als ikki flokkunum í at hava innanhýsis reglur um hetta, sigur hann.

 

– Tí undrar tað meg, at man er so konsekventur, tá tað kemur til fólkatingsessin, sum serliga Tjóðveldi er og eisini Javnaðarflokkurin. Tjóðveldi sigur, at tað skal ikki bera til at sita í Løgtinginum og í Fólkatinginum samstundis, og Javnaðarflokkurin sigur tað sama.

 

– Men hví ikki yvirføra hetta til kommunalpolitikkin. Tað gevur onga meining at lata borgarstjóran í størstu kommunu sita í Løgtinginum og sum borgarstjóri, tá ein fólkatingsmaður ikki kann vera løgtingsmaður, heldur Jóannes Eidesgaard.

 

Hann heldur, at flokkarnir eiga at taka hetta upp innanhýsis og siga, at teir taka ikki undir við dupultmandatum. Teir kundu byrja við at sagt, at borgarstjórar kunnu ikki samstundis sita á tingi.

 

– Ein demokratiskur flokkurin eigur at vilja hava so nógvar hendur framat sum gjørligt. Tí skulu somu fólk ikki sita í fleiri fólkavaldum størvum, tí tað snýr seg væl saktans um at fáa so nógv fólk sum gjørligt við í politisku skipanina, sigur hann.

 

Jóannes Eidesgaard hevur merkt sær, at Heðin Mortensen hevur sagt, at hann fer frá sum løgtingsmaður, um hann heldur fram sum borgarstjóri.

 

– Tað vísir, at teir nú sjálvir duga at seta avmarkingarnar. Tað er positivt. Men eg haldi, at flokkarnir sjálvir eiga at taka støðu til hetta, sigur hann.

 

Jóannes Eidesgaard sigur seg hava varhuga av, at fólk argast inn á hesi dupultmandat.

 

– Eg hoyri nógv fólk siga, at tey kundu ikki funnið upp á at atkvøtt fyri einum valevni, sum situr í Løgtinginum. Og tað er avgjørt eitt positivt tekin, heldur Jóannes Eidesgaard.