Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (13:15)

Flóttafólkini koma nú um Svartahavið

Rumenska stjórnin óttast nú, at Svartahavið er vorðið eitt slag av avloysara fyri Miðjarðarhavið. Líkt er til, at menniskjasmuglarar hava funnið eina nýggja leið at føra flóttafólk og tilflytarar inn í Evropa.

 

Nýggja leiðin gongur úr Turkalandi, tvørtur um Svartahavið, inn í Rumenia, sigur altjóða felagsskapurin fyri tilflyting (IOM), sambært tíðindastovuni dpa.

 

Rumenskir myndugleikar vátta eisini, at fleiri og fleiri flóttafólk koma inn í landið.

 

Hesar báðar seinastu mánaðirnar hevur rumenska sjóverjan fimm ferðir hjálpt tilflytarum umborð á bátum í Svartahavinum, seinast í farnu viku, tá 150 fólk blivu bjargaði, teirra millum vóru 53 børn. Flestu teirra komu úr Irak. Tilsamans eru 570 fólk bjargaði úr Svartahavinum hesar báðar seinastu mánðirnar. Talið á teimum, sum eru bjargaði síðani 2015 kundu annars teljast á tveimum hondum.

 

- Aldurnar vóru upp í tríggjar metur. Fólkini vóru í eini sera vandamiklari støðu og vóru í vanda fyri at drukna og báturin at søkka, sigur Cristian Cicu, talsmaður hjá sjóverjuni, sambært Ekstrablaðnum.