fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.03.2018 (07:32)

Flúgva fleiri túrar til Gran Canaria

Várið nærkast í hvørjum, og hóast kavin liggur summastaðni í landinum framvegis, so merkist kortini, at tað gongur ímóti ljósari tíðum. Serliga nú sólarris er áðrenn klokkan 7.00. Veturin kann tó ivaleyst tykjast tungur hjá nógvum - í øllum førum sigur Atlantic Airways seg merkja ein stóran áhuga fyri at fara av landinum í myrkastu tíðum. 

 

 

Atlantic Airways skrivar á heimasíðuni, at komandi vetur verða enn fleiri túrar millum Føroyar og Cran Canaria. Flogfelagið skrivar, at túrarnir hava verið so mikið væl umtóktir, at felagið nú ferð at flúgva 10 ferðir aftur og fram næsta vetur. 

 

 

Atlantic Airways byrjar søluna av ferðaseðlunum í morgin, og fyrsti túrurin er leygardagin 15. desember í 2018. Sí meira á heimasíðuni atlantic.fo 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her