Flýddi fangin fjaldi seg í seyðahúsi

– og ætlaði sær av landinum. Tvær orsøkir vóru til, at hann rýmdir úr fongslinum: Eg eri órættvíst dømdur, og eg toli ikki roykin í Mjørkadali, segði hann

 

– Eg havi ikki framt heimaránið, sum eg eri dømdur fyri. Eg eri órættvíst dømdur, og løgreglan vildi ikki kanna málið til botns.

 

Tað segði maðurin, sum flýddi úr fongslinum í Mjørkadali fyrrakvøldið, tá hann í gjár var avhoyrdur í Føroya Rætti, skuldsettur fyri at vera flýddur úr fongslinum.

 

Tað var klokkan gott og væl 17 mikudagin, at tann 37 ára gamli maðurin var sendur út við einum skrelliposa. Hann var sendur púra einsamallur út úr húsinum í Mjørkadali til eina bingju, sum stóð nakað væl burtur frá hurðini. Tað var mjørki, og einki vaktarfólk fylgdi manninum.

 

Hann hevði boðað frá, at hann toldi ikki tubbaksroykin í fongslinum. Hann segði seg vera misinformeraðan, tí hann hevði fingið at vita, at fongslið í Føroyum var roykfrítt. Hann er ovurviðkvæmur fyri tubbaksroyki, og vil sleppa aftur til Danmarkar at sita dómin. Hann er dømdur at sita í hálvtsætta ár fyri vápnað rán í Danmark. Orsøkin til, at hann situr í Mjørkadali er ein roynd at lata hann sita ein part av dóminum í Føroyum.

 

– Vit vóru ein túr í gjár, og tá vit komu aftur, varð eg biðin um at fara út við skrelliposanum og koyra hann í bingjuna. Eg spurdi, hvar bingjan var, og teir bóðu meg fara um hornið á húsinum. Har var vindur og mjørki. Man sá kanska 100 metrar, og man sá ikki bingjuna frá hurðini. So var tað, at eg kom í tankar um, at skuldi tað vera, at eg skuldi flýggja, so hví ikki gera tað nú, greiddi maðurin frá.

 

Hann segði, at teir hava gingið túrar í fjøllunum, so hann kendi umhvørvið, og tí var tað lætt hjá honum at finna, hóast ringa sýnið.

 

– Eg ætlaði mær um fjallið, men veðrið var so ringt. Har var so nógvur vindur, at eg varð tikin av fótum fleiri ferðir. So hugsaði eg bara at ganga til Havnar at keypa mær nýggj klæði. Eg hevði 2.000 kr uppi á mær, segði hann.

 

Hann hevði hugsað um at sleppa sær av landinum, men var ikki komin í tankar um nakra loysn upp á hvussu. Komin oman í Kaldbaksbotn fann hann sær skýli í einum seyðahúsi, og har legði hann seg at sova.

 

Í morgun vaknaði hann við, at ein maður kom í seyðahúsið.

 

– Tá fjaldi eg meg inni í húsinum, og maðurin sá meg ikki og fór avstað aftur á síni knallert. Eg hevði ætlað mær at bíðað, til tað gjørdist myrkt, men gjørdi tá av at fara til Havnar. Eg steðgaði bussinum og spurdi, nær næsti bussur fór til Havnar. Tað var um ein tíma, so eg fór til gongu. Tá var tað, at ein politibilur kom, og so varð eg handtikin.

 

Og klokkan eitt korter til tvey í gjár var hann settur fyri dómara í Føroya Rætti, sum dømdi hann í fongsul í 40 dagar eyka fyri at at vera flýddur úr fongslinum.