Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.12.2018 (23:31)

FM1: Heðin krevur svar frá Landsverki

Heðin Mortensen hevur í dag sent Landsverki 11 høvuðsspurningar og 53 undirspurningar um Glasir.

- Eg rokni við at kunna gera eina niðurstøðu av málinum sum heild, tá eg havi fingið svar upp á hesar spurningarnar, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum við FM1.

 

Í  seinastuni hevur verið nógv at hoyra um Glasir og um trupulleikarnir sum eru har. Skúlin er vorðin munandi dýrari enn ætlað. Nýggi landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Heðin Mortensen, lovaði beinanvegin at gera eina innanhýsis kanning av málinum.

 

Hann vónar, at hesir spurningarnir skulu hjálpa honum at fáa greiði á hvat er farið av sporinum, líka frá byrjan til dagin í dag.

- Ikki minst aftan á at TG Verk fór úr byggiverkætlanini og nýggir aktørar komu inn. Tað virkar sum, at tá byrjaði tað at ganga galið, men ikki minst eftir at man fór inn í skúlin og tók hann í brúk, so vísti tað seg, at har vóru nógvir manglar kortini, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann ivast ikki í, at peningur verður játtaður til at gera skúlan heilt lidnan, men hann vil kortini gera eina heildarmeting av øllum arbeiðinum, sigur hann.

 

Heðin Mortensen vil ikki siga, um hetta fer at fáa avleiðingar fyri nakran.

- Eg havi ikki fingið svar enn. Eg vil heldur siga soleiðis, at eg vil heldur, eisini vegna Føroya fólk, fáa ay vita, hvat gekk galið í samband við hesa stóru bygging, sum er farin fram, sigur hann.

 

Hann væntar at hava fingið svar frá Landsverkfrøðinginum mikudagin í næstu viku.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Heðin Mortensen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her