Leita á in.fo

Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystunum millum Kyndil og Neistan á FM1 seinnapartin sunnudagin

Heri Simonsen 08.12.2018 (23:45)

FM1 sigur frá Kyndil-Neistin

Sunnudagin seinnapart verða grannauppgerðirnar millum Kyndil og Neistan hjá kvinnum og monnum leiktar í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Dysturin millum Kyndil og Neistan í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin millum Kyndil og Neistan í Okkara-deildini byrjar klokkan 16.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystunum á FM1. Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo aftaná dystirnir eru lidnir.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her