FM1 sigur frá Neistin-H71 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá á FM1. Sendingin byrjar klokkan 19.30 í kvøld


Lagt er upp til ein fullsetta høll á Hálsi í Havn tá Neistin og H71 skulu spæla 2. FM-finaluna í Okkaradeildini, har Neistin er á odda 1-0 í vunnum finalum.

 

FM1 sigur sjálvandi eisini frá hesari FM-finaluni. Hondbóltsreportarin hjá FM1. Sjúrður H. Hoydal byrjar at senda klokkan 19.30 við upptakt. Dysturin byrjar annars klokkan 20.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.