##med2##
Víkingur flongdi AB í Sarpugerði seinnapartin í dag. AB hevur annars gjørt tað framúr gott seinastu dystirnar við góðum útisigrum á B36 og NSÍ, men í dag fingu teir ikki eitt bein til jørðina, og máttu leggja rygg til eitt 0-7 stórtap.
Víkingur er við 28 stigum nú bert trý stig aftanfyri KÍ, ið tó hevur ein dyst til góðar móti EB/Streymi á heimavølli í annaðkvøld klokkan 19.
Víkingur-AB 7-0 (5-0)
1-0 Arnbjørn Svensson (16.)
2-0 Sølvi Vatnhamar (21.)
3-0 Andreas Lava Olsen (27,)
4-0 Andreas Lava Olsen (33.)
5-0 Andreas Lava Olsen (42.)
6-0 Jákup Johansen (71.)
7-0 Sølvi Vatnhamar br. (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum sjey málunum, ið komu í dystinum í Sarpugerði.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein sera vónbrotnan liðskipara hjá AB, Jákup Paula Breckmann sum staðfesti, at teir í AB løgdu eitt sera vánaligt avrik fyri dagin.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við 1-0 málskjúttan hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson sum fegnast um sigurin. Arnbjørn og liðfelagarnir liva í vónini, at teir framvegis kunnu fáa KÍ aftur á stigatalvuni.