Boeing MAX 8 mátti neyðlenda

Sagt verður, at flogfarið, sum noyddist at neyðlenda í dag, hevði trupulleikar við motorunum.

 

Southwest Airlines eigur 737 Max 8 flogfarið, sum noyddist at neyðlenda í dag. Mynd: MATT HARTMAN/AP

Southwest Airlines eigur 737 Max 8 flogfarið, sum noyddist at neyðlenda í dag. Mynd: MATT HARTMAN/AP

Eitt flogfar av slagnum Boing MAX 8 noyddist í dag at neyðlenda á veg úr Orlando-floghavnini í Florida til Victorville í Kalifornia. Tað er lágprísfelagið, Southwest Airlines, sum eigur flogfarið.

 

Amerikansku loftferðslumyndugleikarnir (FFA) hava kravt, at øll flogfør av slagnum verða sett, meðan kannað verður eftir, hvat hendi flogførunum í ávikavist Indonesia og Etiopia.

 

Loyvi hevur tó verið givið til, at flogfeløg flúgva við Boing MAX 8 uttan ferðafólk fyri at flyta flogførini millum ymiskar lufthavnir, nú tey annars ikki eru í regluligari flúgving.

 

Flogfarið, sum noyddist at neyðlenda, hevði trupulleikar við motorunum, men amerikanskir loftferðslumyndugleikar halda kortini ikki, at trupulleikarnir í dag høvdu nakað við stabiliseringsskipanina MCAS at gera.

 

NTB skrivar, at tað er henda skipan, sum er undir illgruna fyri at hava havt ein týðandi leiklut, tá flogfarið datt niður í Etiopia hin 9. mars í ár – og í Indonesia í oktober í fjør.

 

Í flogvanlukkunum í Indonesia og Etiopia lótu ávikavist 189 og 157 fólk lív.