fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 13.5m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.09.2017 (21:43)

Focus: Fyrst Ísland og síðani Føroyar

Heimskendi bólkurin úr Niðurlondum, Focus, vitjar í Føroyum síðst í oktber.

 

 

 Talan er ikki um bólk, ið liggur á løtu síðuni. Teir hava alt 2017 verið á ferð. Á heimasíðuni hjá Focus sæst, at teir í september eru í Suðuramerika og t.d. í kvøld spæla í Buenos Aires í Argentina.

 

 

Á heimasíðuni hjá Focus sæst, at teir vitja í Íslandi síðst í september. Men tað er ikki so, at teir um somu leið síðani leggja leiðina til Føroya. Ístaðin hava teir allan oktober konsertir í Stóra Bretlandi.

 

 

Men 27. og 28. oktober stendur á heimasíðuni hjá Focus, at teir eru í Tórshavn, har konsertir eru á Reinsarínum.

 

 

Focus er bólkur, ið kom fram í sjeytiárunum, og hevur hann so at siga veri virkin síðani. Bólkurin gjørdist heimskendur í sjeytiárunum, og hevur megnað at hildið á øll árini síðani. 

Við at trýsta her ber til at hoyra eitt lag við Focus: https://www.youtube.com/watch?v=nVsHFkqnRqI 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her