fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 9.5m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 21.09.2017 (23:20)

Focus við nýggjari útgávu

Heimskendi bólkurin Focus vitjar í Føroyum í næstum, og letur nú nýggja útgávu úr hondum.

 

 

Focus, The Family Album, er útgáva við 20 løgum, harav 15 eru ikki útgivin og harvið óhoyrd løg, umframt alternativar innspælingar frá Focus X sessions. Eisini hava limirnir í bólkinum allir hvør sítt lag á útgávuni.

 

 

Hervið verður nýggi bassleikarin í bólkinum eisini at hoyra. Hann eitur Udo Pannekeet, og tekur hann við eftir Bobby Jacobs, sum hevur gjørt av at royna aðar leiðir, eftir 15 góð ár, sum hann sjálvur tekur til.

 

 

28. oktober verður konsert á Reinsarínum í Havn, tá heimskendi hollendski bókurin Focus fer at framføra. Tá Focus fyrra árið var í Føroyum og spældi í Norðurlandahúsinum, brúktu tónleikararnir nakrar av fríløtunum á Reinsarínum. Teir vóru so bergtiknir av spælistaðnum, at teir vildu sleppa at spæla har. 

Og tað gera teir 28. oktober.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her