fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Thormann Kruse 15.03.2017 (08:52)

Føroyar á topp 10 í dálking

Nú, eftir árskiftið, kunnu vit staðfesta, at vit hava yvirhálað USA, tá ið um ræður útlát av veðurlagsgassum. Føroyar eru nú at finna millum topp 10 í útláti av veðurlagsgassum og eru við 17,5 tonsum fyri hvønn føroying á sætta plássi, sambært altjóða orkustovninum, IEA

 

Hetta er beinleiðis í andsøgn við málsetningin, sum samgongan hevur sett sær, har útlátið skal minkast við einari helvt fram til 2030. Enn er framvegis onki veruligt politiskt stig tikið á leiðini, sum skal minka um oljunýtsluna.

 

Fyri tveimun árum síðani vóru Føroyar at finna á 22. plássi, við góðum 12 tonsum pr. íbúgva, (World Bank), so framgongdin er stór, nú vit hava økt útlátið upp til 17,5 tons pr. íbúgva.

 

Meðan heimsins lond royna at minka um útlátið av veðurlagsgassum, sita okkara politikkar í ráðaloysi. Vantandi strategi í orkumálum, ger at Løgtingið verður biðið um at taka støðu til hissini loysnir, t.d. um onkrir brúkarar skulu gjalda mvg ella ikki av hitapumpum, elbilinum ella øðrum orkuhaldstólum.

 

Vantandi varandi orka

 

Trupulleikin er heilt einfalt, at okkara samlaða grøna íkast einans er 6% av tørvinum: Vatn við 3,3% og vindur við 2,7%.

 

Meginparturin av okkara orkutørvi, heili 94% fáa vit úr olju, og tað er hendan partin, sum vit skulu heysta úr varandi orku.

 

Vindorka er besta boðið, har vit kunnu heysta nógva varandi orku.

 

Okkara veðurlag er sera valegnað til vindorku, tí her er vindur næstan hvønn dag.

 

Skal øll orkunýtsla á landi koma úr varandi orku í 2030, er neyðugt at seta upp 27MW av vindorku á hvørjum ári komandi 12 árini, t.v.s. tilsamans omanfyri 300MW av vindmyllum. Til samanbering kann nevnast, at vit í løtuni hava vindmyllur, sum kunnu framleiða umleið 20MW.

 

Ongin møguleiki at velja millum olju ella grøna orku

 

Í dag hava vit sum brúkarar ongan møguleika at kunna velja millum olju og grøna orku.

 

Vit kunnu ikki velja eina grøna orkuskipan, tí vit kunnu ikki velja at keypa varandi orku. Veljast kann millum olju til oljufýringina ella el framleitt úr olju til hitapumpuna.

 

Úrslitið er hitt sama - vit dálka akkurát líka illa.

 

Kósin í dag er skeiv. Ístaðin fyri at byggja varandi orkuskipanir, verður bygt oljurikið verk á Sundi fyri nærum 1 milliard krónur.

 

Fyri hesa upphædd høvdu vit kunna fingið sett upp 100MW av vindorku, t.v.s. næstan triðingin av allari tí orku, sum vit hava tørv á fyri at náa málinum fram til 2030!

 

Skipað tilgongd

 

Skulu vit gerast grøn, er neyðugt, at fleiri aktørar sleppa framat við nýskapandi loysnum, sum kunnu gagna samfelag okkara.

 

Okkum tørvar grøna og bíliga orku. Tíðin við einahandli og einkarætti innan orkuøkið er ikki tíðarhóskandi.

 

Frí kapping vil tryggja brúkaranum besta prísin.

 

Onnur lond hava skipaðan elmarknað, á sama hátt sum okkara fiskamarknaður, har ber til at keypa og selja el eftir tørvi, og har tað er útboð og eftirspurningur, sum avgera prísin.

 

Thormann Kruse


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her