fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

- Føroyingar kunnu saktans stíla nógv hægri á fleiri økjum, enn vit gera í dag, heldur stjórin í JT electric, Suni Justinussen.

Vilmund Jacobsen 13.07.2018 (23:36)

Føroyar eiga nógv klók høvd

- Tað er mín sannføring, at føroyingar eiga ikki at smæðast burtur, men rætta ryggin, standa fram og kappast móti teimum størstu í heiminum. Føroysku alararnir eru heimsins bestu at ala laks, og teir fáa eisini heimsins besta prís. Tí mugu vit, sum framleiða tøkni til heimsins bestu alivinnu, eisini miðja eftir at vera í heimsflokki á okkara øki.

 

Tað sigur stjórin í JT electric á Kambsdali, Suni Justinussen. Aftrat sær í fyritøkuni hevur hann dugnalig starvsfólk, sum hava góðar førleikar og royndir, hvør á sínum øki. Tekniska bakgrundin hjá honum er, at hann bæði er maskinsmiðjur og maskinmeistari.

 

Ungi leirvíkingurin er stjóri í einari fyritøku, sum gjøgnum árini hevur lagt nógva orku í at arbeiða við menning av tøkni og nýbrotum - serliga við tænastum til alivinnuna, men eisini við tænastum til eitt nú virkir-og fiskiskipaflotan.

 

Suni Justinussen dylur ikki fyri, at hann vegna síni starvsfólk og eigarar er errin av, at fyritøkan á Kambsdali er í fremstu røð, tá ræður um fóðurskipanir og veitingar av tøkni til alivinnuna, og tað er hansara sannføring, at føroyingar eiga ikki at smæðast burtur.

 

- Heldur eiga vit at rætta ryggin, standa fram og kappast móti teimum størstu í heiminum. Føroysku alararnir eru heimsins bestu at ala laks, og teir fáa eisini heimsins besta prís. Tí mugu vit, sum framleiða tøkni til heimsins bestu alivinnu, eisini miðja eftir at vera í heimsflokki á okkara øki.

 

Stjórin í JT electric sigur, at Føroyar eiga ótrúliga dugnalig fólk og klók høvd.

 

- Vit eru uppvaksin við sjógvin, og vit síggja alibrúk kring um okkum. Tað er ikki so sjáldan, at vit fáa vitjanir av útlendskum alarum og keyparum, og hesi gerast líka ovfarin hvørja ferð, tá tey síggja, hvussu tætt vit liva upp at náttúruni.

 

Stjórin heldur, at føroyingar saktans kunnu stíla nógv hægri á fleiri økjum, enn vit gera í dag.

 

- Vit eiga í nógv størri mun enn í dag at vísa okkum á fleiri heimspallum, tí eg ivist onga løtu í, at vit duga nógv ting betri enn onnur. Á fleiri økjum eru vit í fremstu røð, og ikki minst innan KT til vinnuna eiga vit nógv dugnalig fólk, sum saktans kundu hugsað størri, enn vit gera í dag, sigur Suni Justinussen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her