fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.05.2018 (14:10)

Føroyar eru sum eitt nýkristiligt ræðsluland

Ein av best umtóktu sendirøðunum í løtuni er The Handmaid’s Tale, sum gongur á HBO og er bygt á skaldsøgurnar hjá Margaret Atwood.

 

Í seriuni, sum gongur fyri seg í framtíðini, valdar ruðuleiki í USA. Umhvørvisdálking og kynssjúkur hava ført til, at burðartølini eru farin í botn. Tá tekur ein kristin bólkur valdið og fer undir at kúga kvinnurnar. Tær, ið enn kunnu fáa børn, gerast trælir hjá teimum ráðandi, og vera regluliga neyðtiknar av monnunum, so at teir kunnu eiga og fostra nýggj børn.

 

- Marran í sendirøðini “The Handmaid’s Tale” er ikki so langt burtur, sum vit halda. Okkum tørvar faktiskt ikki at hyggja longur enn til Føroya fyri at fáa ein farra av tí, sigur danski sálarfrøðingur, feministurin og sjálvútnevnda twerkdrotningin, Louise Twerkqueen Kjølsen.

 

Í eini grein í Politiken í gjár skrivar Lousie Kjølsen um hvar í heiminum kvinnur liva undir líknandi umstøðum sum í sendirøðini, og tá nevnir hon millum annað Føroyar.

 

Tað er í sambandi við, at í Gilead, sum nýkristni staturin eitur, er ikki loyvt at fáa fosturtøku.

- Faktiskt er fosturtøka ikki fræls í øllum Danmark. Sjálvt í 2018 er tað ikki frí fosturtøka í Føroyum... Tað er í veruleikanum heilt vitleyst, at hetta er støðan í okkara egna bakgarði, skrivar hon.

 

Í dag fær hon svar í Ekstrablaðnum frá donsku tíðindakvinnuni Onnu Libak, sum sigur at so galið hava kvinnurnar í Føroyum tað nú heldur ikki. 82 prosent av kvinnunum millum 15 og 74 ár eru í arbeiðið, tað er tað mesta í øllum Evropa.

- Og um tær ein dag avgera, at tær ynskja frælsa fosturtøku, ja, so er einki sum forðar teimum at velja flokkar, sum eru fyri tí. Higartil er tað bara soleiðis, at føroyingar vekta rættindini hjá óføddum børnum sera høgt, og tað hava tær sjálvandi rætt til, sigur hon.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her