Leita á in.fo

Hallur av Rana 10.08.2018 (10:05)

Føroyar gjørt býtisavtalu við ES

Føroyskir myndugleikar hava gjørt eina býtisavtalu við ES fyri 2018, ið inniber, at føroyingar fáa loyvi at fiska 450 tons av toski á Flemish Cap í 2018. Afturfyri fær ES føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Tað upplýsir Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.


Avtalan við ES fevnir um 450 tons av toski í 2018 og 450 tons av toski í 2019.  


Upplýst verður, at býtisavtalan er komin í lag eftir, at eingin hevur fiskað føroysku kvotuna í Suðurkyrrahavinum í fleiri ár og at kvotan nú er væl minni enn tá føroyskur fiskiskapur tók seg upp í økinum í 2007. Men fyri at varðveita kvotuna og tann ágóðan hon gevur, hevur Fiskimálaráðið valt at gera avtaluna við ES.


- Umráðandi er at tryggja, at kvotan verður fiskað, umframt at tryggja, at Føroyar fáa ágóða av kvotuni á annan hátt, verður hon ikki fiskað av føroyskum skipum. Seinastu tvey árini hava Føroyar tí latið ES føroysku kvotuna fyri at tryggja gagnnýtslu av kvotuni, og við tí endamáli at samla saman føroyska kvotu, skrivar Fiskimálaráðið og leggur afturat.


- Hóast hesar royndir tykjast fleiri avbjóðingar vera at fáa kvotuna gagnnýtta við skipi undir føroyskum flaggi í 2018. Niðurstøða er tí gjørd um at gera eitt býti við ES, har føroyska kvotan av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum í 2018 verður flutt ES afturfyri, at ES flytur Føroyum toskakvotu á Flemish Cap.


Viðvíkjandi spurninginum um hvør fær rættindini at fiska nýggju kvotuna á Flemish Cap upplýsir Fiskimálaráðið, at lagt er upp til, at tey 450 tonsini í 2018 verða latin sum felagskvota til teir rættindahavarar, sum eftir gomlu lógini høvdu veiðiloyvi eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her