fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá A-landsdystinum millum Føroyar og Grønland, ið byrjar klokkan 20 í kvøld

Heri Simonsen 12.01.2019 (11:10)

Føroyar-Grønland og tveir flogbóltsdystir á FM1 í dag

Sagt verður frá nógvum ítrótti á FM1 í dag.

 

Seinnapartin verður flogbóltur á skránni. Frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Mjølnir og Dráttur, ið byrjar klokkan 14. Óli G. Samuelsen sigur eisini frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr, ið byrjar klokkan 16.

 

Í kvøld klokkan 20 siga Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal frá A-landsdystinum í manshondbólti millum Føroyar og Grønland. Sendingin byrjar klokkan 19.30. Tann dysturin verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samrøður gjørdar aftaná flogbóltsdystirnar og hondbóltslandsdystin koma út á in.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her