fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Mynd: Toymið, sum gjørdi upptøkurnar í Føroyum, saman við Høgna Mohr, sum var kontaktpersónur hjá teimum í Føroyum

Danjal av Rana 20.09.2017 (18:00)

Føroyar í Al Jazeera í annaðkvøld

Í annaðkvøld sendir Al Jazeera eina sjónvarpssending um kærleikan millum føroyskar menn og asiatiskar kvinnur, veit Vágaportalurin at siga frá.

 

Sambært vp.fo eru tað Aela Callan, Craig Hansen og Fanny Töpper gjørt saman við Høgna Mohr, framleiðara í Føroyum.

 

Sendingin snýr seg um asiatiskar kvinnur, sum hava flutt til Føroya og gift seg við føroyingum. Upptøkurnar í Føroyum eru gjørdar frá 15. til 26. juli.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Føroyar verða umtalaðar í risa arabisku sjónvarpsstøðini. Eitt skjótt yvirlit á youtube vísir, at grindadrápið, sólarmyrkingin, ES-boykottið, konufólkafráflytingin og føroyska bátasmíðið alt eru evni, sum Al Jazeera hevur tikið upp og víst sínum hyggjarum.

 

Á Vágaportalinum eru eisini tvey filmsbrot um sendingina at síggja.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her