Føroyar liggja aftast í hagtølum um krabbamein

Tingkvinna vil vita, hvørji átøk eru ávegis í nýggju krabbameinsætlanini

Tað er Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum, sum reisir málið í einum grein 52a fyrispurningi til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Hon spyr hana soleiðis:

1. Hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk?

2. Hvørji átøk eru ávegis?

Í viðmerking til spurningin vísir Súsanna Bertholdsen á, at í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív.

– Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey fingu staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíanverri, at av Norðurlondunum liggja vit aftast, sigur hon.

– Í samgonguskjalinum stendur, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast.

– Krabbameinsætlanin er frá 2022 og varð handað táverandi landsstýrismanni í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, 8. apríl 2022. Í krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli. Nøkur av hesum tilmælum eru at screena fyri tarmkrabba, herd átøk móti royking, endurmenna krabbameinssjúklingar, einføld og gjøgnumskygd ávísingarskipan fyri at nevna nøkur, sigur Súsanna Bertholdsen.

Landsstýriskvinnan hevur til 23. apríl at svara.