fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 10.01.2019 (16:18)

Føroyar nú sum mótaferðamál

Hetta vikuskiftið heldur danska deildin av altjóða felagsskapinum Intercoiffure, sína árligu nýggjársráðstevnu í Føroyum - hetta hóast Intercoiffure bert hevur ein lim í Føroyum, og annars 3.000 limir í 55 londum. Talan er um ein felagsskap, sum er at meta sum millum teir fremstu innan hárfríðkan, og limirnir teljast millum heimsins bestu frisørar. 

Føroyski limurin er Mariann Klein Ivansdóttir úr Vestmanna, og er tað hon, sum nú bjóðar inn til ráðstevnu fyri 80 frisørum. Umframt at vera limur í Intercoiffure er hon eisini Art Director í danska felagnum.

 

- Hetta er ein gyltur møguleiki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Føroyskir frisørar fara at sýna hár fram, og hetta fer at varpa ljós á Føroyar og fakið í Føroyum og á Føroyar sum mótadestinatión. Og tað hevur eisini týdning fyri okkum at vera við í norðurlendska samstarvinum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir í tíðindaskrivi í dag. 

 

- Tey koma higar at uppliva tann íblásturin, sum vit í Føroyum fáa í okkara yrki. Og fyri meg eru Føroyar ein stórur íblástur í so máta. Um eg ikki hevði Føroyar, hevði eg ikki havt eins nógv at geva av, sigur Mariann Klein Ivansdóttir sambært tíðindaskrivinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her