Føroyar og Japan styrkja bond um hvalaveiðu

Borgarstjórin í japanska býbnum, Taiju, sum er kendur fyri at drepa springarar, leitar eftir sameindum á vitjan í Føroyum. Og borgarstjórin í Klaksvík skal á vitjan í Japan

Borgarstjórin í japanska býbnum Taiju, sum er kendur fyri at drepa springarar, leitar eftir sameindum á vitjan í Føroyum. Og borgarstjórin í Klaksvík skal á vitjan í Japan

 

Ta søguna skrivar danska tíðindastovan Ritzau í dag:

 

Altjóða fordømingar fáa nú tveir býir á hvør sínari síðu á klótuni at finna saman.

 

Tað eru næststørsti býur í Føroyum, »fiskivinnuhøvuðsstaðurin« Klaksvík, sum í komandi viku fær vitjan av japanska borgarstjóranum, Kazutaka Sangen úr býnum Taiji við 3.400 íbúgvum.

 

Føroyar eru aljóða kendar fyri grindadráp, meðan Taiji á eysturstrondini í Japan er kendur fyri árligu veiðuna – kritikarar kalla tað eina blóðugu massakru – av nógvum springarum, sum verða riknir inn í eina lítla vík, sum verður stongd við neti, har teir so verða dripnir.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, skal í næsta mánaði á vitjan í Japan, skrivar japanska tíðindastovan Kyodo. Taiji og Klaksvík eru einastu samfeløg í heiminum, sum fremja umstríddu jagstranina av smáhvalum, har dýrini verða rikin inn í eina vík og slátrað, skrivar japanska tíðindastovan.

 

Umstríddu drápini í Taiji av umleið 1000-2000 springarum árliga eru víst í virðislønta dokumentarfilminum »The Cove« frá 2009.

 

Umhvørvisbólkar hava í áravís roynt at stríðst ímóti bæði føroysku og japansku hvalaveiðuni – mest kendur er bólkurin Sea Shepherd.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, váttar fyri Ritzau, at Taiji fegin vil gerast vinurbýur við Klaksvík.

 

– Men vit hava ikki tikið støðu, tá vit ikki eru vís í, at júst Taiji er tann rætti býurin fyri okkum, hevur Jógvan Skorheim skrivað til Ritzau.

 

Umbønin um at gerast vinarbýur við Taiji og verða vertur fyri vitjanini hjá Kazutaka Sangen er komin gjøgnum føroyska uttanríkisráðið, sigur Jógvan Skorheim.

 

– Vingarlag og opinleiki er djúpt gróðursett í føroysku mentanini, og tað vilja vit fegin vísa japonsku gestum okkara.

 

– Harumframt hava Føroyar – og serliga Klaksvík – nógv felags áhugamál við Japan, serliga á fiskivinnuøkinum, so vit síggja stórar møguleikar í at hava gott samband við tey, skrivar hann.

 

Sambært Kyodo byrjar vitjanin hjá Sangen í Føroyum 22. august við embætisfólkum úr Japanska fiskimálaráðnum. Eftir ætlan skal avtalan um vinarbýarsambandi undirskrivast á ferðini, skrivar japanska tíðindastovan.

 

Samstarvið skal styrka felags røddina hjá báðum hvalabýunum, nú ágangurin frá anti-hvalaveiðubólkum harðnar, verður sagt.

 

Eitt útkast til avtaluna sigur, at teir báðir býirnir »vilja fremja burðardygga nýtslu av havtilfeinginum, eisini hvali«. Taiji og Klaksvík hava eisini ætlanir um samstarv innan útbúgving og ferðavinnu.

 

Men tað samstarvið er helst ivasamt, sigur Jógvan Skorheim við Ritzau.

 

Hann váttar tó, at hann skal til Japan í september – men tað er sum løgtingsmaður, at hann skal á vitjan í Japan.

 

– Løgtingsins vinnunevnd hevur fyri langari tíð síðani lagt til rættis eina ferð til Japan, og sum løgtingsmaður fari eg við og veri á teimum fundum, sum nevndin hevur á skránni.

 

– Ferðin hevur tí einki við Taiji og ynski teirra um samstarv at gera, skrivar borgarstjórin í Klaksvík til Ritzau.

 

Klaksvík hevði í 2015 trupulleikar við vinarbýarsamstarvinum við Wick í Skotlandi.

 

Politiski leiðarin í Wick, Gail Ross, ætlaði at slíta vinarbýarsamstarvið við Klaksvík. Hon vildi ikki hava, at Wick hevði samband við grindadráp.

 

Í januar í 2016 bjóðaði Jógvan Skorheim so umboðum fyri Wick á vitjan í Klaksvík fyri at lekja sárini.

 

Lokalstýrið í Highland Council hevur kortini útsett at taka støðu.

 

Rob Read, bretskur leiðari hjá Sea Shepherd, kallar grindadráp »ótrúliga ræðuligt« og pínufult.

 

– Grindadráp hevur, í mun til flestu aðra veiði, onga veiðitíð, onga kvotu, og eingin ánar, hvussu nógv djór verða dripin, segði Rob Read eftir ársins fyrsta grindadráp í Bø í mai í 2017.

 

/ritzau/